Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Morgunsangur á Café Gloriu

Tekst og myndir: Dávur Winther

Café Gloria hevur havt nógv at gera á Torradøgunum. Í dag var morgunsangur og leirmáling á skrá.

Café Gloria Morgunsangur á Café Gloriu

Í morgun kl 10, varð byrjað við felags morgunsangi – eisini spældu og sungu brøðurnir, Eyðun og Steinbjørn Jacobsen.

Seinni kom Herborg Torkilsdóttir, sum eisini sang og spældi nøkur løg – og so var aftur felagssangur eftir tað.

Síðani bjóðaði Café Gloria til Leir-Kafé frá miðdegi og heilt til kl 19.

Jú, tey hava verið røsk á Gloriu og hava nógv fólk vitjað har til mongu tiltøkini, ið verið hava á Torradøgunum

Takk fyri tað!