Í morgin verður morgunsangur kl. 10 og skrúvuguðstænasta kl. 17.30
Í morgin verður morgunsangur kl. 10.00, har Hanus á Gørðum prestur hevur andakt. Eftir løtuna verður ein góður drekkamuður at fáa í kirkjukjallaranum.
Kl. 17.30 verður skrúvugudstænasta við Øssuri Kjølbro presti. Byrjað verður við eini barnavinaligari prædiku og sangi. Eftir gudstænastuna verður døgurði, kjøtsós og skrúvur, í kirkjukjallaranum.




