Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Morten Frost til Klaksvíkar

Jóhann Lützen

Danska badminton legendan fer at leggja leikarum úr Klaksvík lag á til badmintonskúlan, sum verður 3. og 4. september.

Tey sum eru komin nakað til árs minnast Morten Frost, sum eina risa badmintonstjørnu frá 80’árunum. Hann vann VM-silvur tvær ferðir, fýra All England titlar, var 12 ár millum heimsins bestu harrasinglar og er upptikin í Badminton Hall of Fame bæði í Danmark og altjóða. 

Nú kemur hann til Klaksvíkar. 

Klaksvíkar Badmintonfelag skipar fyri Badmintonskúla fyri sínum leikarum vikuskifti 3. og 4. september og tey hava hála eina ordans kanin úr hattinum. 

Kenda danska badminton legendan Morten Frost, kemur at hava venjingarnar og spennandi fyrilestrar. Kostnaðurin fyri Badmintonskúlan er 200 kr. Klaksvíkar Badmintonfelag fer at koma við meira kunning um skúlan seinni.