Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Møtir í Buli á Signabø um vikuskiftið

Jóhann Lützen

Leygarkvøldið kl. 20 og sunnukvøldið kl. 19 verða møtir í Buli á Signabø, har Kvartettin í Betesda og Manskórið í Ebenezer fara at luttaka við sangi.

 

Poul Færø hevur í mong ár hildið hesi møtini í snikkaraverkstaðnum hjá Buli á Signabø beint eftir ársskiftið, og aftur í ár verður boðið til at hoyra gleðiboðskapin aftur við góðum sangi.

Teir, sum luttaka við talu og vitnisburði, eru Poul Færø, Eyðfinn Reyðberg, Arne Simonsen, John Færø og Jákup N. Olsen.

Á møtinum leygarkvøldið kl. 20 syngur Kvartettin í Betesda og sunnukvøldið kl. 19 luttekur Manskórið í Ebenezer.

Við ynskjum um eitt av HARRANUM signað nýggjár.

Hjartaliga vælkomin