Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Møtirøð í bygdarhúsinum í Hósvík: “Kærleiki Guds”

Norðlýsið

Hvussu virkar kærleiki Guds? Doyði Jesus fyri øll menniskju? Er vón fyri øllum menniskjum? Hesir spurningar eru partur av tí, sum talað verður um í stuttari møtirøð í bygdarhúsinum í Hósvík hetta vikuskiftið 12. til 14. apríl.

Jógvan Mortensen, Sigrun av Reyni og onnur koma at syngja, og millum talararnar verða Petur á Roykheyggi, Pætur M. Hansen, Jógvan Reinert Samuelsen, Jens Bech og Jákup N. Olsen.

Skráin fyri møtini er henda:

·         Fríggjakvøldið kl. 19.00:  Evangeliskt møti. John Færø leiðiar felagssang

·         Leygardagin kl. 11.00:      Bíbliuundirvísing

·         Leygarkvøldið kl. 19.00:   Evangeliskt møti. Jógvan Mortensen syngur

·         Leygarkvøldið kl. 21.30:   Ungdómsmøti

·         Sunnumorgunin kl. 10.00:                           Minnismáltíð Harrans

·         Sunnukvøldið kl. 18.00:   Evangeliskt møti. Sigrun av Reyni syngur

 

Øll eru hjartaliga vælkomin 🙂