Eitt fantastiskt kappingarár hjá Klaksvíkar ítróttarfelag verður hátíðarhildið á Djúpumýru kl. 22.00 í kvøld.
Í samband við at besta kvinnuliðið í dag hevur vunnið steypafinaluna og mennirnir silvur, so skipar Bláa Bylgja fyri móttøku á Djúpumýru, har øll eru hjartaliga vælkomin at heiðra leikarunum.
Bjóðað verður suppa og Danny og Ingi luttaka við góðum tónum.
Allir KÍ leikararnir væntast við vøllin kl. 22.00.


