Í samband við at Eiðis Bjargingarfelag hevur fingið nýggjan bjargingarbát, verður móttøka á havnalagnum á Eiði í dag kl. 17
Leygarmorgun kl 01.20 bleiv lagt frá landi í Cork.
Leiðin gekk til Dublin har vit fyltu brennievni á. Síðan bleiv siglt til Craobh Haven Marina eisini fyri at fylla brennievni.
Haðani gekk leiðin til Kinlochbervie sum síðsta stopp áðrenn vit settu kósina til Vágs har vit løgdu at kl 21.05 sunnukvøldið. Samlaði teinurin frá Cork til Eiðis er á leið 780 fjórðingar.



