Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Móttøka á Jústabrekku

Tekstur og myndir: Dávur Winther

Í dag var móttøka fyri innbodnum fyri nýggjum bú- og viðgerðarstovni á Jústabrekku 1 – í gomlu sýsluskrivstovuni, sum er sett í sera góðan stand.

Talan er um seks snotiligar íbúðir á 40 m2, sum verða tiknar í brúk um fyrsta oktober. Sýsluskrivstovuna eigur Klaksvíkar kommuna og hevur sett hana í stand til endamálið hjá Almannaverkinum, sum er styrkja og menna førleikarnar hjá ungum fólki í aldrinum 18 til 25 ár, og at stuðla teimum í at fóta sær í vaksna lívinum.

 

Andras Sólstein spælið fjálg løg á kornettini, sum gjørdi løtuna hátíðarliga. Jørgin Olsen, eindarleiðari í almennaverkinum, bjóðaði vælkomin og gav landsstýriskvinnini í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur orðið. Síðani hildu Karl H. Johansen, borgarstjóri, og Hermann Mortensen, depilsstjóri í Almannaverkinum, røður. 

 

Bæði borgarstjórin og landsstýriskvinnan hava verið starvsfelagar á gomlu politistøðini, sum tey eisini vístu til í røðu síni, sum hugnaligir og góðir dagar í hesum nú so vakra og søguliga bygningi, ið aftur fær nýtt lív við einum so týðndi leikluti í býi okkara.

 

Niðanfyri verður røðan hjá landsstýriskvinnini í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur endurgivin:

Góðan dag, øll somul!

Hetta er av sonnum ein stórur dagur, sum eg havi sæð fram til, nú nýggi bú- og viðgerðarstovnurin undir Almannaverkinum, á Jústabrekku 1, letur upp her í Klaksvík.

Hetta eru sera góðir karmar… og karmar eru týðandi, og eru við til at skapa trivna og geva rúmd fyri menning.

Talan er eisini um ein søguligan bygning og eitt søguligt stað – hetta eru eini serstøk hús.

Staðsetingin úti í Klaksvíkini er partur av eini serligari menningarsøgu fyri býin. Upprunaliga var Klaksvík ikki ein bygd og ei heldur nakar býur, men nakrir býlingar, har landbúnaður var høvuðsálitið. Í 1838 lat úthandilin fyri Norðoyggjar upp og varð lagdur eitt sindur norðanfyri býlingin Vág. Hann var jú staðsettur við eina vík undir fjallinum Klakkur. Soleiðis verður navnaskiftið frá norðuri í Vági til Klaksvík, sum umfatar allar býlingarnar við vánna. Og í 1908, tá kommunan gerst sjálvstøðug, verður hon eisini nevnd Klaksvíkar kommuna.

Menningarsøgan fyri hetta økið rúmar, umframt einahandil og seinni fríhandil við fiskivinnuni sum høvuðsvinnu, eisini øðrum stovnum, ið vóru neyðugir og sjálv sagdir partar fyri hendan vaksandi miðdepil fyri Norðoyggjar. Hetta húsið var upprunaliga bygt til posthús og í grannalagnum búði faktorurin fyri handilin, sýslumaðurin við sínum virksemi, umframt sjúkrahúsið fyri Norðoya Læknadømið og læknahúsini. Seinni hevur annað virksemi húsast í hesum húsinum, ikki minst løgreglan, har eg sjálv byrjaði mitt yrkið sum løgreglukvinna.

Eftir at kommunan ognaði sær hendan bygningin fyri nøkrum árum síðan, hevur hann húsað fyrst Granskingardepilinum og seinastu árini eisini virksemi við serskúla.

Og góða samstarvið millum Klaksvíkar Kommunu, Almannaverkið og Almannamálaráðið vísir seg aftur nú, í hesum prýðiliga bygningi, sum vit í dag gleðast um. Tað hevur miðvíst verið arbeitt fram ímóti at skapa tann góða og trygga bústaðin, sum vit vita er fyritreytin fyri allir borgarar, fyri at kunna verða partur av samfelagnum og sum grundarlag undir eini sømiligari menniskjaligari tilveru.

Nýggja almannalóggávan leggur, sbrt. § 45, upp til týðandi menningarmøguleikar fyri Bú- og viðgerðarstovnar undir Almannaverkinum. Hetta loyvir nú eisini fólki við menningartarni at fáa møguleikan at flyta í fyribils bústað. Hetta við tí endamáli, at menna persónligar og sosialar førleikar, fyri at megna at liva eitt sjálvstøðugt lív og samstundis at fáa ella varðveita tilknýti til skúla og arbeiði. Karmarnir leggja harumframt upp til, at tey, sum fara at búgva her, í nógv størri mun sjálvi avgera, hvussu nógv tey verða partur av felagsskapinum.

Sum landsstýriskvinna í almannamálum fegnist eg stórliga um, at hava tikið avgerðina um, at Almannaverkið kann skipa hesi bútilboð. Jústabrekka er eitt av fyrstu tilboðum av sínum slagi og tí eitt satt nýbrot. Og her fara tey 5 ungu búfólkini við lættari menningartarni og samansettum trupulleikum, í aldrinum 18 til 25 ár, væntandi at búgva komandi trý árini.

Við miðvísari námsfrøði, sálarfrøði og stuðli skulu tey mennast og vegleiðast í gerandisdegnum. Sætta búeindin er til starvsfólk, so samanlagt 6 búeindir eru í húsinum. Sigast má, at karmarnir, sum Klaksvíkar býráð hevur umvælt og innrættað, eru bæði snotiliga og hóskandi til endamálið. Við hesum bústaðnum er enn eitt týðandi klípið lagt fyri at geva góðar og tryggar karmar, sum styðja undir, at fólk við lættari menningartarni og samansettum trupulleikum kunnu nýta sínar førleikar og gerast so sjálvbjargin sum møguligt. Góðu karmarnir styðja undir, at tey kunnu liva eitt vanligt lív, har familja og vinfólk koma á vitjan, uttan at hetta skal órógva restina av teimum, ið tey búgva saman við.

Til at tryggja teimum tær allarbestu umstøður fyri hesum, verða nú sett dugnalig og ágrýtin starvsfólk og leiðsla og fari eg at enda at ynskja bæði komandi búfólkum, starvsfólkum, saman við avvarðandi, góðan byr – tað skal vera mín vón, at tey fara at hava tað gott her í nýggja heiminum á Jústabrekku 1.

 

Takk fyri!