Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Móttøka á Posthúsinum í Klaksvík

Dávur Winther

Í gjár var áhugaverd móttøka á Posthúsinum í Klaksvík í sambandi við, at “Grunnurin Mentanarhúsið í Klaksvík” hevur keypt Posthúsið.

Í gjár var áhugaverd móttøka á Posthúsinum í Klaksvík í sambandi við, at “Grunnurin Mentanarhúsið í Klaksvík” hevur keypt Posthúsið.

“Grunnurin Mentanarhúsið í Klaksvík” er sjálvstøðugur grunnur, sum hevur fingið byrjanarpening frá Klaksvíkar býráð og hevur nú yvirtikið bygningin hjá Posta á Klaksvíksvegi 2 í Klaksvík.

Tað stendur Norðoya Listafelag, Tónlistaskúlanum og Klaksíkar Sjónleikarafelag í boði at húsast í bygninginum. Posta og Heilsutrygd fara at halda fram við virksemi sínum í eini rímiligari skiftistíð.

Í sambandi við móttøkuna hevði Norðoya Listafelag sett upp eina lítla listaframsýning. Næmingar frá Tónlisatskúlanum spældu, og umboð fyri Klaksvíkar Sjónleikarafelag framførdu leik. Hópin av fólki hevði leitað sær til móttøkuna, sum hevði nógv ymiskt at bjóða.

Joel undir Leitinum, stjóri á Posta, og Signhild V. Johannesen, forkvinna í “Grunnurin Mentanarhúsið í Klaksvík” skrivaðu undir keypið, og eftir tað hildu tey bæði røðu við ynskjum um bjarta framtíð.

Borgarstjórin, Jógvan Skorheim, helt røðu um tilgongdina fram til keypið og kunnaði um, at í uppskotinum til langtíðaríløgukar, eru 10 mió. kr. settar av til ein slíkan mentanarpall, og vil býráðið spæla ein virknan leiklut í, at verkætlanin skal eydnast. Eisini vísti hann á skilagóðu loysnina við einum býráðssali í kjarnuni av býnum.

Gunvá við Keldu, limur í stýrinum, helt eisini røðu, har hon fegnaðist um keypið.

Dávur Winther takkaði sum formaður í Norðoya Listafelag fyri, at listafelagnum varð veitt innivist við hesum áhugaverda keypinum á fyrstu adressuni í Klaksvík.

Eftir røður, tónleik og spæl, varð boðið til eitt ábit, og prátið gekk lystiliga.
Fleiri myndir
Røða hjá Signhild
Røða hjá borgarstjórans