Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Móttøka fyri Christian í Grótinum

Tekst og myndir: Dávur Winther

Klokkan 16 í dag leggur nýggjasta og snotiligasta skipið í føroyska foltanum at í Norðhavnini, Christian í Grótinum.

Skrokkurin á Christian í Grótinum er bygdur í Polen og síðani liðuggjødur í Skagen á Karstensens Skibsværft.

Talan er um eitt rættiliga væl framkomið skip, sum eisini í snið og skapi er framúr. Tó er ikki frabikk umborð, men bert tankar til pelagiskt fiskarí.

Leygardagin í síðastu viku var samkoma í Skagen, har væl av fólki varð savnað til dóp og avhendan av hesi snotiligu skútuni, sum leggur at í Norðhavnini í Áninum í dag kl. 16. Myndirnar niðanfyri eru frá dópinum

Borgarstjórin, Karl H. Johansen heldur røðu og boðið verður umborð á skipið. Eisini ber til at vera inni í stóru høllini hjá Skipafelagnum, har dekkað er við borðum.

Bátar taka ímóti úti á pollinum kl 15.15. 

Harleyfacadeacryl