Á Global Seafood Expo í Barcelona í síðstu viku, skrivaði MP Teknik undir nýggja samstarvsavtalu við Fluctus
Fluctus er ein norsk fyritøka, ið mennir fóðurskipanir, fóðurflakar og stýringarskipanir til alt tað, sum hevur við fóðring í alivinnuni at gera, bæði á sjógvi og á landið.
Vit eru sera spent uppá samstarvið við Fluctus, ið hevur fleiri av somu virðinum sum vit, er nýhugsandi og á veg fram, sigur Olivur Petur í Gong, stjóri á MP Teknik




