Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Mugu øll setrini í brúk til KÍ-Víking ?

Jákup Ósá

Í morgin verður toppdystur í Klaksvík og tá verður nýggja stadionøkið við øllum setrunum kanska av álvara tikið í brúk alt sum tað er.

Talan er um grannauppgerð millum KÍ-Víking ,og tað eru altíð nógvir áskoðarar til hesar dystir. Víkingur er helst tað vitjandi liðið, sum í miðal hevur flestar áskoðarar við sær til Klaksvíkar. Og teir vera kanska fleiri enn nakrantíð hesaferð.

Tí sannur fótbóltsfebur er í Eysturkommunu. Víkingur er lokalasta liðið í Betri Deildini og hevur hetta síðsta árið sett nógvar ungar lokalar leikarar við. Hetta hevur ikki gingið útyvir úrslitini, heldur hinvegin. Tí eftir trý ár á 5. plássi, so er Víkingur aftur við í kappingini um plássini longri uppi á stigatalvuni. Eftir 16 spældar dystir, so hevur Víkingur bara tapt tann eina, ið var á heimavølli móti KÍ, har KÍ skoraði sigursmálið í síðsta minutti. Tí kann væntast, at Víkingur hevur eina enn størri áskoðarafjøld við sær enn vanligt

Í Klaksvík er eisini stórur áhugi fyri ársins KÍ-liði, tí KÍ hevur havt sítt higartil besta kappingarár í landskappingini nakrantíð við óvanliga nógvum stigum, nógvum málum fyri og fáum málum ímóti. Í landskappingini hevur leiðslan verið trygg í longri tíð, men hesin dysturin kann broyta uppá tað. Tí vinnur Víkingur, so er ‘’bara’’ fýra stig á muni millum liðini, eins og HB tá kann avgera alt sjálvt, og endar dysturin við javnleiki, so er HB í støðu til at næstan kunna avgera alt sjálvt við tveimum innanhýsis heimadystum móti KÍ. Hinvegin kann ein sigur til KÍ gera, at Víkingur er næstan úti av kappingini um meistaraheitið og tá kann ein sigur til KÍ komandi umfar 18. august móti HB gera, at kappingin er avgjørd áðrenn síðsta triðing. So møguleikarnir eru nógvir, nú KÍ í tveimum teimum komandi dystunum møtir nærmastu kappingarneytunum.

 

Tí er lagt upp til ein spennandi og kanska avgerandi dyst í Klaksvík sunnudagin. Og tað kann blíva ein serligur dámur yvir dystinum, nú áleið 1400 sitipláss eru í nýggju kørmunum við Djúpumýrar fyri fyrstu ferð nakrantíð.

Harleyfacadeacryl