Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Mugu sleppa spitaranum!

Bárður Johnsson Heinesen

Tiðirnar eru góðar, fólk eru glað, peningur streymar inn – men hví er skuldin so høg?

Stórar verkætlanir eru i gongd í løtuni. Skúlin, bláaskylið og rennibreytin. Hetta er gott at síggja at gongd er í. Men vit koyra ov hart á í løtuni. Um vit bremsa, so fara vit framav, men um vit sleppa spitaranum, so klára vit at takkla støðuna. 

Vit vita øll, at tíðirnar eru rættiliga góðar, og vit øll vita, at tær ringu tiðirnar fara at koma – men vit vita ikki nær. Summi tora ikki at ímynda at tær ringu tiðirnar koma – men tað vísa søgubøkurnar okkum, at verri tíðir nokk skulu koma. 

Hvat gera vit tá sum kommuna. Tá nyttar ikki at sleppa spitaranum! 

Sambært roknskapinum hjá Klaksvíkar Kommunu, stendur kommunan í 157.000.000,- í skuld og einki er niðurgoldið. Skal hendan skuldin bara veksa ella hví gjalda vit ikki skuldina niður? 

Eisini merkisvert at síggja í roknskapinum, at ongar kronur verða settar av til fimleikarhøll. Ætlar kommunan at byggja fimleikarhøll i ringum tiðum? Eg ímyndi mær at tað verður trupult!

Eitt uppskot, ið eg ætli at arbeiða fyri, er, at fáa spælilandi til at verða ein 3. ella 4. prioritetur. Pengar skulu setast av til fimleikarhøllina – ella umleggja tað soleiðis at gongd kemur í, fyri at Klaksvíkar Fimleikafelag og borgarin skal vita at gongd er á.

Tað er ivaleyst trupult at síggja fyri sær, at vit í Klaksvíkar Kommunu fara at ganga ímóti truplum tíðum, men ímynda tær at vit fingu ein smekk nú – eingir pengar vóru eftir. So stóðu vit í eini støðu, har ein skúli ikki bleiv liðugur. Ein rennibreyt bara stendur planera. Og Mentanarhúsið stendur sum ein betongklossi. Har kunnu vit enda, um vit ongantíð minka um okkara skuld!

Um vit ikki halda aftur og tálma útreiðslunum, so veksur skuldin, ið eisini ger tað, at tað ber illani til at gera íløgur í verri tíðum. Hetta hevur so víðari ávirkan á okkara vinnulív, og tí eisini skattainntøkur hjá kommununi. Tí er avgjørt neyðugt við, at vit hava betri fíggjarstýring og planlegging tá tað kemur til íløgusíðuna.

Bárður Johnsson Heinesen
Valevni fyri Fólkaflokkin í Klaksvíkar Kommunu.