Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Munandi betrað landafrøðilig umboðan

Jóhann Lützen

Verður sæð burtur frá Sandoynni, ið tykist at verða gloppin heilt niðurímillum, tekur landafrøðiliga umboðanin í Landsstýrinum hædd fyri øllum hinum 6 økjunum í landinum.

Tá undanfarna samgongan tók við í 2022, vóru 7 av 9 landsstýrisfólkum úr Suðurstreymoy og 2 úr Suðuroynni. Onki av hinum økjunum varð umboðað. Síðani vóru fleiri rokeringar, og tá valskeiðið endaði og løgtingsval varð útskrivað, var talið av aðalráðum 6. Tá vóru 4 landsstýrisfólk úr Havn, 1 úr Suðuroy og 1 úr Norðoyggjum.

Nú nýtt landsstýri verður skipað, eru øll økini í landinum uttan Sandoyggin umboðað. Løgmaður, Beinir Johannesen, býr í Klaksvík. Undirvísingar- og Mentamálaráðharrin Bárður á Lakjuni býr í Eysturoynni. Uttanríkis- og fiskivinnumálaráðharrin Bárður av Steig Nielsen býr í Vestmanna. Eyðdis Hartmann Niclasen, heilsumálaráðfrúgv, býr í Vágum. Aksel Vilhelmsson Johannesen og Margit Stórá, ávikavist fíggjarmálaráðharri og heilsumálaráðfrúgv, búgva bæði í Tórshavn/Hoyvík. Og Jacob Vestergaard, nýggjur vinnumálaráðharri, býr á Økrum.

Sandoyggin fekk heldur í fyrstu syftu onki umboð valt á ting, men við hesari landsstýrismanningini kemur Kristian Krog Hentze av Sandi inn sum fastur varalimur fyri Fólkaflokkin.