Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Munnhøgg og skrøgg

Norðoya Tjóðveldisfelag

Valfepurin merkist í býnum, og tí bjóðar Norðoya Tjóðveldisfelag valevnum í øðrum flokkum, inn í okkara kafE til munnhøgg og skrøgg

Vit duga forbanka væl at vera ósamd við hinum so at siga allatíðina, men kanska eru tey ikki so heilt galin kortini. Kanska kunnu vit flenna eftir teimum? Ella enntá flenna saman við teimum? Hvør veit – kanska eru tey bæði stuttlig og fitt?

Munnhøgg og skrøgg snýr seg í stuttum um at tvey valevni – eitt úr Norðoya Tjóðveldisfelag og eitt úr einum øðrum valfelagi – hittast til eina vinarliga og stuttliga hólmgongu, har tey erta til hvønn annan, og fortelja nakrar góðar, og so stroya eitt sindur av politikki uppí. Fleiri umfør verða, har fleiri valevni fáa høvið at munnhøggast og skrøgga.

Umboð fyri Sambandsflokkin, Javnaðarflokkin og Fólkaflokkin eru í hvussu so er við, og sjálvandi Tjóðveldi, og kanska onnur eisini.

Øll eru vælkomin í kafEina hjá Norðoya Tjóðveldisfelag á Nólsoyar Pállsgøtu 22. Munnhøgg og skrøgg byrjar kl 21 í kvøld, eftir fótbóltin