Dámar tær væl at taka myndir? Nú hevur tú møguleika at vísa okkum, hvussu vøkur okkara kommuna sær út, nú kavin so vakurt prýðir okkara bý og bygdir í hesum døgum. Eigarin av vakrastu mynd fær eitt gávukort frá Klaksvíkar handislfelag á 1.000 krónur.
Hvat skal á myndina?
Tað einasta, tú skalt gera, er at senda okkum eina mynd, sum vísir, hvat Klaksvíkar kommuna er fyri júst teg. Tað kann vera náttúran, býurin, bygdirnar, fólkini, tiltøkini, Húkurin, Stengurnar, bussarnir, bátabrúgvarnar, miðbýurin, handlarnir, barnagarðarnir, viðarlundin, Kjølur, Klakkur ella okkurt heilt annað. Bert hugflogið setur mørk.
Hvat verður myndin brúkt til?
Við at luttaka í kappingini gevur tú samstundis loyvi til, at Klaksvíkar kommuna kann brúka myndina til eitt nú heimasíður, faldarar, lýsingar ella annað kunnandi tilfar. Klaksvíkar kommuna hevur altíð áhugað at fáa nýggjar, góðar myndir til myndasavnið.
Allar myndir eru vælkomnar, men tað er treyt, at tann, ið sendir myndina inn, sjálv/ur hevur tikið hana. Eru persónar og/ella privatar ognir á myndini, krevur hetta eisini samtykki.
Myndir kunnu sendast sum teldupostur til klaksvik@klaksvik, viðmerk vetrarmynd. Myndir skulu vera í fullari góðsku. Saman við myndini skal vera navn (og aldur, um talan er um børn), umframt ein stutt frágreiðing/staðseting um myndina.
Freistin at lata myndir inn til kappingina er mánadagin 1. februar kl.12.
Við at senda myndina inn til kappingina, gevur tú Klaksvíkar kommunu brúksrætt til myndina.




