KÍ hevði sínar málmøguleikar í dystinum, men tað var EB/Streymur/Skála, sum fekk einasta máli í dystinum.
Margunn Lindholm skeyt eitt frálíkt langskot og bólturin sang í netinum. Bæði liðini høvdu sínar málmøguleikar í einum jøvnum og spennandi dysti, sum bleiv avgjørdur við málinum í 63. minutti.
Úrslitið merkir, at EB/Streymur/Skála mest sannlíkt vinnur FM, meðan KÍ og HB kappast um silvur heiðursmerkini leygardagin. Niðanfyri eru myndir frá dystinum.






























































