Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Myndarøð: Hans L. Djurhuus 50 ára starvsdag

Jóhann Lützen, Myndir: Oliver Joensen

Tað var fagnaðarløta á løgreglustøðini í dag, tá Hans L. Djurhuus kundi hátíðarhalda sín 50 ára starvsdag sum løgreglumaður

 

Vit vóru við til serligu løtuna. Røður vóru hildnar av millum annað Bjarna K. Petersen, landsstýrismanni og leiðandi persónum innan løgregluna. 

Hans L. Djurhuus fekk vøkur orð og gávur, umframt lógvabrestir. Lýsingarorðini sum gingu aftur um Hans vóru millum annað álítandi, trúfastur og nærverandi.

Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, fyrrverandi løgreglumaður og sýslumaður nýtti eisini høvi at siga nøkur orð. 

Tað mundu verða eini 100 fólk, sum hátíðarhildu Hans. Bæði fyrrverandi løgreglufólk og núverandi løgreglufólk.

Vit hava røðurnar seinni. 

Vit á Norðlýsinum fara eisini at ynskja Hans Djurhuusi hjartaliga tillukku við teim mongu árunum her í býnum.
 

Harleyfacadeacryl