Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Myndarøð: KÍ avgjørdi beinanvegin á Skála

Jákup Ósá – Myndir: Oliver Joensen

KÍ hevði ongar trupulleikar við at vinna seg víðari á Skála í kappingini um løgmanssteypið.

Sigurin merkir, at KÍ er komið víðari í fjórðingsfinaluna og tað er ikki hent síðani 2019. Jonn Johannessen og Jóannes Bjartalíð (brotsspark gjørt móti René S. Joensen) løgdu KÍ framum 2-0 eftir 11 minuttum. Í 31. minutti økti Jákup B. Andreasen til úrslitið 3-0. Hóast KÍ manglaði nakar royndar leikarar í Heina Vatnsdal, Patrick Da Silva, Claes Kronberg og Deni Pavlovic, so merktist tað helst meir hjá Skála at mangla Teit R. Joensen og serliga Jákup Jakobsen.

Allir favorittarnir vunnu í 1/8 finalunum. Í dystum, har kanska eingin greiður favorittur var, vunnu AB og 07 Vestur móti EB/Streymi og B68.