Tað var ongantíð ivamál um, hvør fór at vinna dystin í Runavík í kvøld.
KÍ hevur ikki verið so stórur favorittur til ein dyst í Runavík í nógv ár sum hesaferð. NSÍ-liðið er nógv viknað frá í fjør á manningarsíðuni og úrslitini hava partvís verið merkt av tí. Hinvegin hevur KÍ ikki havt stórvegis trupulleikar við at vunnið sínar dystir.
KÍ setti seg beinanvegin á dystin, meðan NSÍ lá langt afturi og vardi. Tað gekk eisini væl at verja fyrsta part av fyrra hálvleiki. Men so fekk KÍ hol á eftir hornasparksstøðu og beint áðrenn hálvleik skoraði KÍ aftur eftir innlegg. Í seinna hálvleiki var gongdin tann sama. NSÍ royndi fyrstu løtuna at trýsta høgt í summum støðum, men KÍ hevði ikki stórvegis trupulleikar av hesum. Tó so, so fekk NSÍ onkrar møguleikar og NSÍ er tað liðið, sum hevur verið nærmast við at skora móti KÍ í ár. Síðstu løtuna økti KÍ til 3-0 og 4-0, ið gjørdist úrslitið.
Málini skoraðu Jákup B. Andreasen, Páll A. Klettskarð, Dmytro Lytvyn og Árni Frederiksberg.










































































