Nógv fólk góvu sær stundir at heilsa uppá, tá boðið varð til móttøku fríggjadagin 4. mars í sambandi við eigara- og samleikaskiftið
Komfortbilar er nýggj bilasølufyritøka, sum heldur til í Smiðjugerði 4. í Tórshavn og selja bilmerkini: BMW, Fiat, Alfa Romeo, Jeep og Maxus.
Palli Skorheim er stjóri í Komfortbilar og hann bjóðaði vælkomin og í røðu sínari kom hann millum annað inn á prísbygnaðin í bilasøluvinnuni.
– Vit taka heitu luftina úr prísunum og hava reellar prísir. Harvið verður tosið ikki einans um prís og prísavsláttur, men um góðskuna á bilunum. Vit broyta prísbygnaðin, segði Palli
Palli fegnaðist um góðu uppmøtingina og móttøkan helt fram við tónum hjá Jens Marna Hansen, har fólk fingu góð bilprát og okkurt søtt til góman.
Les meira um Komfortbilar her.
Bárður Lydersen tók myndirnar.




















