Mjølnir kvinnurnar hava bara tapt í landskappingini í 2018.
Kvinnurnar hjá Mjølnir hava ikki fingið bestu úrslitini seinastu tíðina. Í dag tapti Mjølnir sín sætta landskappingardyst á rað. SÍ lá aftast undan dagins dysti, men SÍ vann 3-0 í Klaksvík. Sett úrslitini vóru 25-16, 25-18 og 25-20.
Eftir hetta úrslitið hevur Mjølnir á 3. plássi 14 stig fyri 10 dystir, meðan SÍ kom av aftasta plássi og hevur á 5. plássi 10 stig fyri 10 dystir.





































