Norðlýsið fylgir traktorfylginum til Havnar.
Í dag verður 1. viðgerð av løgtingsmálinum um nýggja ferðavinnulóg. Og tað merkist, tí stórt mótstøða er til hetta lógaruppskotið frá m.a. bóndum. Og tað fer at síggjast í dag, tí nógvir traktorar eru á veg til Havnar. Teir fyrstu traktorarmir byrjaðu í Klaksvík í morgun og so er lagst afturat allan vegin. Í Kollfjarðadali samlast allir og tá leggjast teir frá vesturøkinum afturat. Løgtingið og løgreglan er kunnað og øll loyvir eru uppá pláss til hetta átakið, har bøndurnir fara at kringseta løgtingið. Ferðavinnulógin er 6. mál á skrá í dag og væntast at koma til viðgerðar seinnapartin.
Myndirnar eru tiknar í morgun, meðan fylgið er á veg til Havnar. Síðstu myndirnar eru tiknar í Hósvík.








