Tað var ein tignarlig og rørandi løta, tá ið tyrluskipararnir og bjargararnir hjá Atlantsflogi vórðu heiðraði á stóra pallinum á Sjómanndegnum. Torbjórn Jacobsen, borgarstjóri í Runavík, helt røðu, og umboð fyri sjómannadagin handaðu monnunum heiðursgávu.
Skráin fyri Føroya Sjómannadag er rúgvismikil, og hesaferð hevur Hanus Hansen enn einaferð víðkað munandi um grillbúðina, við vón um at fólk ikki skulu standa líka leingi í kø, sum undanfarin ár.

























