Í dag hevur U21-landsliðið havt venjingar í Klaksvík.
U21-landsliðið samlaðist mánadagin og í dag og hósdagin eru venjingar í Klaksvík undan EM-undankappingardystinum, sum verður fríggjakvøldið kl. 18.00 í Klaksvík. Mótstøðuliðið verður Andorra. Tá Norðlýsið var á vøllinum í dag blivu ljósviðurskiftini eisini umvæld, so tey liva upp til øll krøvini, sum eru til altjóða dystir.
Í samband við dystin verður ókeypis upphiting á Akursmørk kl. 16.00. Atgongumerkið til dystin kunnu keypast á fsf.fo.





















































