Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Myndir: Biskupstorg hátíðarheldur sín eitt ára føðingardag

Tekstur og myndir: Dávur Winther – Ragnhild Ellingsgaard

Handlarnir í Biskupstorg halda ára føðingardag í dag, og í hesum sambandi bjóða handlarnir kakao og bollar á føðingardegnum.

Heimabakaðir bollar í rúgvuvís og kakao var at fáa, og nógv fólk hevur vitjað í allan dag.

Tiltakið byrjaði kl. 14.00 og endar kl. 18.00 í morgin í dag, fríggdagin.

Løtuna, vit vóru framvið, spældi Hjalti Bogason Støylen guitar.

Skráin:

kl. 14.00: Ragnhild Ellingsgaard bjóðar vælkomin, og sigur nøkur orð um føðingardagsbarnið og veitsluna.

Gestirnir fáa bollar og kakao, og tað eru ballónir til øll.

Kl 14.30-15:00 spælir Hjalti Bogason Støylen guitar.

Kl. 16:00-16.30 kemur Kári Fossdalsá frá X Factor at syngja.

Kl 17:00-17.30 verður country tónleikur við Southern Comforts.