Tað byrjaði við grovregni klokkan níggju í morgun. Hetta gjørdi at fólk stúgvaðust í stóra tjaldinum. Men sum altíð á Sjómannadegnum, so byrjaði dagurin við at træskipini komu inn eftir vágni og løgdu at úti í Klaksvík. Nevið Reyða kom eisini saman við sluppunum, sluppungum, Thorshavn, Draganum og hinum skipunum, tað var ein vøkur sjón, sluppirnar Westfart Ho, Norðlýsið og Jóhanna ikki minst fyltu myndina.
Sum sigur hevur verið, so savnaðust manningarnar við merkið, lyftu tað húnar hátt og sungu tjóðsangin. Hetta var ein tygnaðarlig løta. Borgarstjórin Karl Haldursson Johansen bjóðaði síðani vælkomin og eftir hann lýsti fiskimálaráðharrin, Árni Skaale Sjómannadagin at vera settan.
Handan av heiðursmerkjum til bestu bátar fór síðani fram og eisini tær til vinnaranar av fiskikappingini í gjár á Kósini. Eydna frá havstovuni hjálpti vinnaranum av dreingjunum, sum fekk stórsta fiskin, at kryvja og greina fiskin. Síðani fór spurnarkappingin í gongd. Meira seinni.





















































































































