Í dag vóru næmingar frá timburdeildini á Tekniska Skúlanum á vitjan á Norðlýsinum.
Norðlýsið fær vitjan av fólkaskúla- og miðnámsskúla næmingum, frá tíð og aðra. Í dag vitjaði Y2 frá Tekniska Skúla í Klaksvík. Stjórin Jóhann Lutzen greiddi frá um hvønn leiklut Norðlýsið spælir í lokalsamfelagnum. Eisini greiddi hann nærri frá hvussu føroyski fjølmiðlaheimurin hongur saman.
Jóhann Lutzen tók mynd ímeðan tey skrivaðu hendan tíðindastubban.



