Sangleikurin kallast “Virus Virus”. Tað eru umleið 70 næmingar í 1. til 9. flokki, sum spæla. Norðlýsið var við til skúlasýningina í dag
Men tað eru ikki einans skúlanæmingar og lærarar, ið sleppa at síggja leikin. Almennar sýningar verða í næstu viku.
Talan er um sangleik sum Steintór Rasmussen hevur skrivað og Eyð Matras, leikstjórnað.
70 næmingar í øllum floksstigum eru við í leikinum, so talan er um eina risa verkætlan.
Leikurin verður sýndur í nýggju miðhøllini á Skúlatrøð.
Almennu sýningarnar verða:
Mánadagin 19. apríl kl. 19:00
Fríggjadagin 23. apríl kl. 19:00
Leygardagin 24. apríl kl. 19:00
Sunnudagin 25. apríl kl. 19:00
Atgongumerkini kosta kr. 100,- og tilmeldingin fer fram á atgongumerki.fo.























































































