Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Næmingar royndu billardspæli

Jóhann Lützen

10. flokkur á Skúlatrøð vitjaði í hølunum hjá Klaksvíkar Billardfelag herfyri. Næmingarnir royndu bæði keylubillard og snooker. Klaksvíkar Billardfelag fer nú í vetur í gongd við at hava billard og snooker fyri ungdóm hvørt mikukvøld.

Jákup Mikkelsen er lærari á Skúlatrøð. Hann hevur haft nakrar árgangir av næmingum á vitjan hjá Klaksvíkar Billardfelag. Hesar vitjanir kunnu gerast fongur, tí møguliga onkur næmingur byrjar at spæla hjá billardfelagnum. 

Klaksvíkar Billardfelag hevur sera góður umstøður, tvey borð til keylubillard og eitt borð til snooker – einasta snookerborð í Føroyum. 

Hallur Joensen er hollur billardspælari og hann vísti næmingunum mannagongdina og síðani sluppu teir at royna seg. 

Urbanus Knud Olsen, formaður í Klaksvíkar Billardfelag upplýsir fyri Norðlýsinum at Klaksvíkar Billardfelag fer nú í vetur í gongd við at hava billard og snooker fyri ungdóm hvørt mikukvøld.