Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Næmingar úr Tórshavn vitja Dragan

Dávur Winther Myndir: Dávur Winther

Í Tórshavnar kommunu, sum ganga á nám X, ið er tilval-flokkarnir í 10. flokki, eru skipaðir í Eysturskúlanum frá øllum hinum skúlunum í býnum, fyri at kunna hava nóg breið tilboð til næmingarnar.

Har er serstovur til alisfrøði, evnafrøði, lívfrøði, landalæru, tónleik, smíð, handarbeiði og evning. Umframt at har er teldustova, skúlakøkur, bókasavn, skúlahøll, fimleikahøll, svimjihylur og leikvøllur.

Ein av mongu breytunum, til ber at velja, er Sjóvinnubreytin

Endamálið við Sjóvinnubreytini er, at næmingurin fær innlit og royndir, sum gera hann føran fyri at røkja sjógvin, og taka røttu avgerðina á sjónum.

Tey eru so nógv í báti, sum veðrið loyvir tí. Tey fara eftir, og hagreiða náta, royna við snøri, snellu og toska-, kalva- og hemaralínu. Tey læra at hagreiða fiskin. Í samarbeiði við Køksbreytina matgera tey við tilfeinginum, Sjóvinnubreytin førir til lands.

Eisini er frítíðarsiglaraskeið, har lært verður um streym, kumpass, vitar og at seta kós. Læra at knýta knútar m.a. nylonknútar, gera til ymiskan fiskireiðskap, spleysa og bøta trol.

Tey vitja eisini virkir, sum hava við fiskivinnuna at gera, og fáa eitt innlit í vinnuna.

Sjóvinnubreytin gevur eina hilling á sjólívinum, og ger næmingin føran at fara út í fjørðin, at sigla og royna trygt.

Trygdarskeiðið verður tikið, ið er krav at mynstra og fáa part við skipi. Og næmingurin tekur frítíðarsiglara og speedbátaprógv, ið gera hann føran at sigla við skjóttgangandi bát og skip upp til 20 tons

Í seinastu viku vitjaði flokkurin við lærarum umborð á Draganum, har Pole Mikkelsen, skipari og sjómansskúlalærari saman við Kára millum Garðarnar, skipara greiddi frá tí lærdómi, teir veita næmingunum í Klaksvík, ið hava valt sjóvinnubreyt.