Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Nær kemur Høgni?

Jóhann Lützen

Tað er lagt í pottin til ein lívligan fund í kvøld, tá Høgni Hoydal við fylgi kemur til Klaksvíkar, at hava útsetta fundin um burðardygga ferðavinnu

 

Útsetti fundurin um burðardygga ferðavinnu, sum Vinnumálaráðið skipar fyri verður í Skálanum í kvøld kl. 19.30. 

Ein misskiljing ígjár fekk øði í óaðlsfólk og festarar. Fundurin var útsettur til í kvøld og hoyringsfreistin samsvarandi útsett til í morgin kl. 15.00

Í morgun sóust speisk og skemtilig skelti við rundkoyringina, sum fregnaðust eftir um Høgni Hoydal, landbúnaðarmálaráðharri yvirhøvur kemur á fund í kvøld. 

Tað kann í hvørtfall staðfestast, at fundurin í kvøld nú er sera sera væl lýstur og tað man ivaleyst fara at síggjast aftur í mongdini av fundarluttakarum.