Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nær var hurlivasin

John William Joensen

Viðmerking til útvarpstíðindi og -prát við Høgna Hoydal viðvíkjandi útlendingum.

Eftir tíðindaflutningin týsmorgunin og samrøðu Útvarpið hevði við Høgna Hoydal um útlendingaviðurskifti, tengd at fundinum millum Rikke Hvilshøj, ráðharra í innflytaramálum og okkara Jacob Vestergaard, setti eg meg í samband við fjølmiðlamannin um hansara skeivu tíðindabering.
Eg fari tí her í stuttum at gera vart við, at tá eg kom sum landsstýrismaður, lá hópurin av skeivt avgreiddum útlendingamálum.
Fyri bert at taka tvey dømi av so mongum, sum lógu eftir, tá Høgni Hoydal slepti sum landsstýrismaður, vóru m.a. teir 17 tailendingarnir, sum høvdu liva undir øllum lágmarki, tí viðgerðin hevði verið bæði ófullfíggjað og ov eftirgevandi.
Fútin sendi hesi heimaftur.
Hetta var eitt av álvarsomu málunum, sum lógu eftir til mín.

Skilaleysu ítróttarviðgerðirnar
Annað var ítróttarmálini, sum vórðu avgreidd soleiðis, at fútin tók tey upp sum rættarmál, tí tey vóru skeivt avgreidd.
Hóast ítróttarfeløgini í Útvarpi Føroya vitstu, at ávísar skeivar avgreiðslur vóru framdar, segði eitt nú ÍSF forsetin seg einki kenna til tað.
Eg fari ikki í hesum viðfangi at koma við fleiri dømum, men gera vart við, at bæði føroyskir fjølmiðlar og politiska systemið av einum ella øðrum orsøkum, ikki hava vilja viðgjørt veruleikan.
Orsøkin til at eg ringdi til fjølmiðlamannin, sum viðgjørdi málið, var ikki tí, at eg hevði roknað við, at eg slapp at gera viðmerkingar til útsagnirnar hjá Høgna Hoydal, men bert fyri at gera vart við, at hetta var eitt dømi um skeivan og skeiklaðan tíðindaflutning.
Neyðugt verður seinni hjá mær at koma við meiri nágreiniligum frágreiðingum um fjølmiðlaviðgerðir av útlendingamálum og trýstið, sum lítla samgonga setti, fyri at fáa mál framd, milt sagt, á ivasaman hátt.
Hetta eru bert tvey dømi sum vísa, at hurlivasin lá eftir Høgna Hoydal, sum gjørdist mítt upttak.

Jógvan við Keldu
www.keldu.com
keldu@post.olivant.fo