Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Næraberg fær nógvan fisk

John William Joensen

Tað hevur gingið sera væl hjá Nærabergi at fáa fisk og at framleiða surimi burturúr fonginum, frætta vit av skrivstovuni hjá JFK-trol.

Seinastu dagarnar hava teir framleitt úr 50 tonsum upp 70 tons av surimi um dagin. Mikukvøldið hevði Næraberg um 650 tons av surimi inni og harafturat umleið 170 tons av mjøli.
Men sum við so mongum øðrum prísum á fiskavørum, so er marknaðurin fyri surimi stak vánaligur fyri tíðina. Sagt verður frá reiðarínum, at prísurin er so vánaligur í løtuni, at sjálvt við góða fiskiskapinum, sum nú er gevur sølan ikki nóg mikið til raksturin av skipinum.

Skálaberg
sum fór av Klaksvík 24. januar hevur havt hampuligan fiskiskap. Reiðaríið sigur, at Skálaberg hendan túrin hevur lagt dent á at vinna so nógv burturúr fiskinum, sum gjørligt. 43 mans eru við Skálabergi hendan túrin og tað er meira enn vanligt. Fiskurin verður kruvdur við hond og høvd, livrar, rogn og magar verða tikin og fryst.
Ásannandi at tað alt meira og meira gongur tann vegin, at tað ikki bert ræður um at fiska so nógv tons sum gjørligt, gerð Skálaberg nú eina roynd at gagnnýta sum mest av tilfeinginum í fiskinum. Hetta hevur havt við sær at skipið hevði kunna fiska meira hvønn dag, um so var at Skálaberg bert framleiddi vanligu úrdráttirnar. Reiðaríið sigur, at hetta er besta tíðin at royna slíka framleiðslu, tí fiskurin er væl fyri nú og tí verður hetta hildið at vera eina roynd vert.

Sundaberg
sum eisini er í Barentshavinum hevur havt góðan fiskiskap. Teir fóru av Klaksvík 3. januar og hava um 500 tons inni. 38 mans eru við Sundabergi.