Eftir at hava verið til fiskiskap í 14 dagar kom Næraberg á Klaksvík í morgun við 812 tonsum av frystum og 260 tonsum av mjølið.
Tað var eyðsýnt at lagið var gott á manningini tá Norðlýsið tók ímóti á bryggjuni í morgun. Vit høvdu gjørt avtalu at taka eina felagsmynd av manningini áðrenn farið var í land, men sjálvandi er tað trupult at savnað 77 fólk umborð á einum stórum skipið har nógv er at gera. Tá avtornaði fingu vit eitt sindur meira enn helvtina av manningina á veranduna framman fyri brúnna.
Tað er eisini hugaligt hjá manningini at frætta at prísurin er góður í løtuni og uppeftirgangandi, og tí skal Næraberg so skjótt aftur til fiskiskap sum gjørligt.
Tá vit tosaðu við Hans Arna Bertholdsen á skrivstovuni hjá Næraberg í morgun, segði hann at eftir ætlan verður mynstra í morgin á middegi og tá sleppa nøkur fólk afturat við Nærabergi.
– Tað hevur verið nógv arbeið hendan túrin og tí fara vit at taka nøkur fólk afturat umborð so manningin á næsta túrinum fer at telja eini 80 fólk.
Hans Arne sigur at tað er stórur áhugið at sleppa við Nærabergi, og í løtuni eru umleið 50 fólk á bíðilista.




