Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Næraberg klárur um ein mánað

Oliver Joensen

Tað gongur framá við klárgerðingini av "nýggja" Nærabergi. Hann verður væntandi í Føroyum fyri fyrstu ferð um mánaðarskiftið november desember.

Úr Noregi hava vit fingið sendandi nakrar myndir av Atlantic Navigator, har hann liggur á Langstein skipasmiðjuni í Tomrefjord. Hóast Atlantic Navigator, ið helst fær navnabroyting til Næraberg ikki er so nógv longri enn gamli Næraberg, so er skipið munin størri og tað sæst eisini aftur á myndunum.
Umborð á gamla Næraberg vóru um 80 arbeiðispláss ímeðan roknað verður við at neyðugt verður við eini manning uppá umleið 100 fólk við nýggja Nærabergi.