Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nærkast valluttøkuni í 2001

Oliver Joensen

Veðrið hevur verið betur seinnapartin og tað hevur eisini víst seg aftur í valluttøkuni. Luttøkan nærkast nú henni í 2001

Karl Johansen, formaður í Valstýrinum sigur nú Kl. 18.00 at 1667 fólk hava verið á fólkatingsvalinum í KÍ-høllini ídag. Við valið 2001 høvdu 1728 avgreitt atkvøðu kl. 18 og fara vit aftur til valið í 98, so høvdu tá 1290 atkvøtt kl. 18.00.
Alt bendir tí á, at luttøkan í Klaksvík við hetta fólkatingsvalið verður væl omanfyri tað í 98, ímeðan vit valla koma upp á sama luttøkuprosent sum í 2001. Tó skal sigast, at tølini kl. 18 eru ikki so langt frá hvørjum øðrum fyri 2001 og 2005 so um fólk hava hildið seg aftur fyrr ídag orsakað av veðrinum, so kann væl vera at atkvøðutalið verður tætt uppiundir 2001, tí enn er veðrið gott.