Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Nærum bara heimadystir hjá KÍ komandi umførini

Jákup Ósá

KÍ skal nærum bara spæla heimadystir fram til endaspurtin í Betri Deildini.

KÍ hevur 11 dystir eftir at spæla. Av teimum eru 7 á heimavølli. Av komandi seks dystunum eru fimm á heimavølli.

 

9. august: KÍ-Víkingur

17. august: KÍ-Skála

21. august: KÍ-B36

25. august: EB/Streymur-KÍ

1. september: KÍ-HB

15. september: KÍ-TB

 

KÍ hevur higartil spælt seks heimadystir í landskappingini. Teir hava kastað fimm sigrar og ein javnleik av sær. Í kappingini um løgmanssteypið hevur KÍ tó tapt á heimavølli, tá HB vann 1-0 í Klaksvík.