Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Næstbesta byrjanin hjá KÍ nakrantíð

Jákup Ósá

Bara einaferð áður hevur KÍ havt betri úrtøku enn í ár fyrstu níggju umførini.

Í 2022 fekk KÍ 27 stig og málmun 27-1 fyri fyrsta triðiung av kappingini. Í ár hevur KÍ eisini fult stigatal, men nakað verri málmun 25-4. Hetta eru tey einastu árini, har KÍ hevur havt fulla úrtøku fyrstu níggju umførini nakrantíð í søgu felagsins. Tað skal tó viðmerkjast, at í 1969 vóru bara átta umfør spæld, har KÍ vann allar.

Kelda: FaroeSoccer