Søkt verður eftir 1 námsfrøðingi 30 tíma viku, at byrja 1.desembur 2013 ella eftir nærri avtalu, starvi er á stovu við 20 børnum í aldrinum 3 til 5 ár.
Søkt eftir 1varaleiðara 30 tímar um vikuna, at byrja 15. januar 2014 ella eftir nærri avtalu.
Vit vilja hava :
- at tú tímir at vera saman við børnum inni sum úti og geva teimum nakrar spennandi og mennandi útfordringar / upplivingar
- at tú vilt verða ein partur av menningini av stovninum
- at tú vilt virka undir og saman við leiðsluni
- at tú ert opin fyri nýhugsan og broytingum
- at tú ert ein góður samstarvspartnari
- at tú kanst arbeiða ímillum 7.30 og 17.15
Vit kunnu bjóða :
- ein stovn í menning
- upplivingar og útfordringar frá og við børnunum, starvsfólki og foreldrum og nógv aftrat.
- arbeiða sjálvstøðugt
- fyrireikingartíð
Tú kanst fara inn á heimasíðuna www.margretha.fo og lesa meira um okkum.
Lønar- og setunarviðurskiftir eru eftir sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Føroya Kommunala Arbeiðsgevarafelag og er lønarsatsurin 11 / 19 og 13 / 22.
Um ikki pedagogur søkir pedagogstarvið, verður hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv.
Umsøkn við avritið av prógvi og møguligum viðmælum verða at senda til :
Dr. Margrethu Barnagarð
Gerðagøta 14,
Fo-700 Klaksvík
Í seinasta lagi hósdagin 21. november 2013. Setunarsamrøður verða í viku 48.
Meira fæst at vita um størvini við at ringja til leiðaran Marjuna Lassen ella varaleiðaran Súsonnu Ziska á tlf. 455557 / 212557 .




