Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Námsvísindaligur granskingardagur 24. apríl

Tíðindaskriv

Árligi námsvísindaligi granskingardagurin á Fróðskaparsetri Føroya verður í auluni á Frælsinum 20 fríggjadagin 24. apríl frá klokkan 13 til 16

 

Í ár verða høvuðsevnini skúlaaftran/skúlafrávera, trivnaður og læring.

Granskarar á Námsvísindadeildini fara at hava framløgur, har ymisk nýggj granskingarúrslit verða løgd fram, og eisini verður orðaskifti um skúlaaftran/skúlafráveru.

Luttakarar í orðaskiftinum verða Pætur Zachariassen, sum er ph.d.-lesandi í skúlafráveru, Eyðna Magnussen, skúlastjóri í Eysturskúlanum, og Dorthea Højgaard Dam, trivnaðarstjóri í Vága kommunu.

Øll eru hjartaliga vælkomin!