Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

NATO spílar seg út

Tekst og mydir: Dávur Winther

Christian í Grótinum fór av Klaksvík í dag beint eftir døgurða, men møtti teimum ein heldur stórur herfloti eystanfyri.

Heili 10 væl útgjørd herflotaskip lóu eysatnfyri og Jákup Sverri mitt í rokanum.

Søgan endurtekur seg, herflotavenjingar – men eingin sigur frá. Eftir røttum er hetta á bestu fiskileið.

Christian í Grótinum hevur verið úti og leitað eftir fongi í eina góða viku – Landaðu 400 tons fyrradagin og so út aftur nú.

Gjørdu teir rætt, løgdu teir uppá prei, og spurdu eitt av herskipunum, hvar fongur er at fá, tey koma so víða og eru so væl útgjørd.

Minnir um undir seinna kríggi. Tá var ein unglingi, sum dámdi í so væl at brúka nevarnar í dansinum. Pápin helt við hann, “Churchill manglar ein mann”! Hann helt, at sonurin spilti kreftirnar í so nógv her á landi.