Í kvøld hevði húsið boðið næmingum úr 3. – 7. flokk til hugnaløtu og síðani at gista í Húsinum í nátt.
Um 50 ungdómar høvdu tikið av, og í tað gingu nógvar mammur og pápar við soviposa og liggiundirlagi at finna sær ból til børnini at liggja á í ymsum krókum.
Fýra vaksin eru við til at halda skil á og at hava vakt í nátt, meðan tey ungu sova. At gista í Húsinum var ofta brúkt fyri Koronu, og er hetta fyrsta ferðin tað verðu roynt síðani – nú undri størri og betri kørmum.
Tó at klokkan var nógv, tá ið vit vóru framvið, var drúgv skrá fyri kvøldið. Sunday Walkers skuldu spæla kl. 10. síðani var filmur á stórskíggja, bingo, gera seriur til dans hjá Adrinalin, sum koma á pallin seinni.
Kioskin er opin í eitt korter hvønn heilan tíma, so til ber at keypa sær okkurt leskandi.
Beinta var rættiliga takksom fyri mongu køkurnar og bollarnar, foreldrini høvdu bakað. Hon var vís í, at tey ikki fóru at líða neyð í nátt – í øllum førum nýttist ongin at ganga svangur.
Jú, har var nógv lív í, í teimum ymsu pallunum og støðunum, tó at onkur eisini dugdi at seta seg í ein krók at njóta ”friðin”.
Húsið letur dyrnar aftur á miðnátt, so eftir tað er eingin útigongd, bert innihugni. Tó at tað helst verður væl eftir miðnátt, at friður verður í húsi, skulu øll upp kl. 8 í morgin árini, rudda og so aftur heim til hús.
Tá er helst ivasamt um mamma og babba eru uppi!





























