Síðani tíðindafundin hjá løgmanni í gjár hevur náttarlívið meldað út, at tey fara ikki at halda tilmælini frá løgmanni um at lata aftur kl. 23. Hetta tí hjálparpakkarnir hava higartil ikki verið nøktandi. Tað síðsta nýggja er, at Vinnumálaráðið í skundi yvirfyri skeinkistøðunum hevur kunngjørt ein hjálparpakka, ið ger, at støðini kortini lata aftur kl. 23.
Støddin av og staklutirnir í hjálparpakkunum er okkum ókend, men tað er heilt greitt, at tað fer at viðføra øsing í náttarlívinum nú í kvøld/nátt, at fólk, ið hava fyrireikað seg uppá at fara í býin, nú kortini ikki sleppa. Summi eru kanska longu farin og mugu so nakkalong til hús ein tíma áðrenn miðnátt.
Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa uppspurt, um líknandi hjálparpakkar eisini verða givnir øðrum í tænastuvinnuni, til dømis hárfríðkanarstovum, klædnahandlum ella øðrum. Fyribils eru tað einans matstovuvinnan og barrirnar, ið fáa. Talan er um avtalu millum Umhvørvis- og Vinnumálaráðið og Felagið fyri matstovur, barrir og náttklubbar. Avtalan er galdandi í 14 dagar fram, t.v.s. til jólaaftan.



