Í Klaksvík stendur handilsvinnan í fagrasta blóma, og millum handlarnar, ið eru staðsettir í Klaksvík, er NEMA, ið selir alskyns tøkniligar loysnir. Norðlýsið hevur verið á gátt hjá NEMA í nýggju hølum teirra, ið nú liggja á Klaksvíksvegnum.
Í nøkur ár hevur NEMA hildið til við norðasta býarskeltið í Klaksvík, og er nú flytt yvirum á vestara arm. Hølið, ið NEMA nú húsast í, hevur handil og supportdeild, og eru umleið 18 fólk dagliga til arbeiðis har. Umframt handilsfólk og supportdeild, eru eisini vinnukundaráðgevar, netumsitarar og forritarar í húsinum.
Vit hava hitt 31 ára gamla søluráðgevan Leiv Høgnesen. Leivur er uppvaksin í Skúvoy, haðani mamma hansara, Bergfríð, er ættað, meðan pápin, Jørgin Olaf, er úr Klaksvík. Leivur er útlærdur sølumaður, og flutti til Klaksvíkar fyri góðum fimm árum síðani.
Flytingartilgongdin
Táið vit spyrja Leiv, um tilgongdina við flytingini, so er tað greitt, at tað hava verið ymiskar avbjóðingar á vegnum. “Flytingin hevur gingið væl. Sjálvandi er tað keðiligt, at kundarnir ikki hava sloppið á gátt í nakrar dagar, men vit hava í hesum sambandi bjóðað ókeypis útkoyring í Norðoyggjum.”
Tað er ein sannroynd, at tað gevur altíð best keypsuppliving, táið ein sleppur at nerta vøruna, síggja hana og fáa ítøkiliga kunning frá serkønum fólki.
Spennandi framtíð hjá NEMA í Klaksvík
Flest okkara hava áður staðið í tí støðu, har ein nýggj telda skal keypast, eitt nú til skúlabyrjan. Summi hava ikki ráð til at gjalda eina dýra fartelefon í einum, og rinda tí í smáum. Táið okkara snilda útgerð er komin uppá pláss, mugu vit ansa væl uppá hana – so eitt ‘cover’ má eisini til. Harafturat er tað nógv fragari at spáka sær ein túr, við tónleiki rungandi í oyrunum – so eitt par Apple AirPods má keypast. Jú, ymiskir eru tørvirnir. Alt hetta kann fáast í NEMA. “Vit eru stoltir heildarveitarar av tøkniligari útgerð, og eitt er heilt sikkurt: vit hava okkurt til øll!” sigur Leivur við einum smíli. “Eg síggi stórar møguleikar við nýggju handilshølunum í Klaksvík. Eg vænti, at nú fara fleiri privatkundar koma á gátt á Klaksvíksvegi 80, ið liggur væl nærri miðbýnum, samanborið við gamla handilin, ið lá longri burturi frá miðbýnum” leggur Leivur afturat.
Kundarnir tykjast at gleða seg
Tað er altíð gleðiligt, táið staðsetingin gerst betri, tí tað gerst lættari hjá fólki at fara á gátt. Soleiðis er tað eisini við nýggju handilshølunum hjá NEMA. “Kundarnir hjá okkum eru sera jaligir. Vit hava fingið sera góðan respons frá kundum okkara: serliga um hvussu vøkur handilshølini eru blivin, og hvussu deiligt tað er, at vit eru komin nærri miðbýnum” sigur Leivur.
Eins og flest onnur virkir í handilsvinnuni, verða sera góð tilboð givin til kundar á jólum. Her er NEMA onki aftanfyri onnur. Handilin gerst so líðandi jólaklárur, og eru Leivur og restin av starvsfólkatoyminum altíð klár við góðari ráðgeving og góðum tilboðum til tey, ið koma á gátt.




