Nýggj ung fyritøka bjóðar seg fram at hampa um hjá fólki. Ofta eru tað tey smáu tingini, sum gera undurverk. Øll hava í dag so nógv at gera. Og nær er rætta tíðin at fara um garðin, spula túnið, vaska terrassuna og annars halda húsini við líka.
Ungu íverksetarnir, Rakul Ró Steintórsdóttir og Niels Jóhan Sigurðsson, fara nú at bretta upp um armar við eini tænastu, sum ivaleyst nógvir húsaeigarar halda vera sera kærkoma.
Saman hava tey stovna sína egnu lítlu fyritøku, NepTún, og valt at keypa ein góðan trykkspulara, og við hondum og huga ætla tey bæði nú at loysa fyrifallandi uppgávur í nærumhvørvinum.




