Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nes kommuna er býur

Jóhann Lützen

Seinastu árini hevur fólkavøksturin í Nes kommunu verið stórur. Í morgun kundi staðfestast, at tað búgva 1502 fólk í Nes kommunu, sum tí kann velja at taka sær býaarheiti.

í januar 2018 búðu 1279 fólk í Nes kommunu; sostatt er fólkatalið hækkað við 223 fólkum,  ella ein vøkstur á  17,4 % seinastu fimm árini.

Í januar ætlar bygdaráðið  at hátíðarhalda býarheitið við einum tiltaki fyri íbúgvunum.