icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Netverksfundur í nýggju snotiligu hølunum hjá RV-Tøkni

Jóhann Lützen

Fyri kortum flutti RV-tøkni nakrar metrar longur norð frá Stangavegi 14 til Stangaveg 23. Vælkendu hølini, ið á mannamunni hava verið rópt Finastøðin seinastu árini, eru nú umvæld til virksemið hjá RV-Tøkni

 

Vinnulívsráðið í Klaksvík skipar fyri netverksfundum nakrar ferðir um árið. Hesaferð er fundurin í el-fyritøkuni RV-Tøkni. Nógvir limir eru møttir upp. Frimodt Rasmussen bjóðaði vælkomin og síðani var ein morgunmatur at fáa.

Rói Vang, stjóri í RV-Tøkni hevur síðani eina framløgu um fyritøkuna, ið hevur ment seg nógv seinastu 10 árini, har kjarnuøkið fyrst og fremst hevur verið sergjørdar stýringar.

Í Netverkinum hjá Vinnulívsráðum eru 65 limir ídag.