Í dag var kapping í ódnartøkum í Vestmanna.
8-mannafarið Nevið Reyða úr Klaksvík hevur staðið seg væl fyrr á hesum stuttu teinum og soleiðis var eisini í dag. Nevið Reyða vann allar tríggjar róðrarnar hjá 8-mannaførum. Av hinum klaksvíksbátunum gekk best hjá dreingjunum umborð á Fípuni Førgru. Teir vunni tveir av trimum róðrum og sostatt samanlagt fyri dagin.




