Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Nevndarlimir vitja Dagstovnar

klaksvik.fo

Týsdagin 2. februar varð Trivnaðarnevndin Børn & Ung á vitjan í dagstovnunum í kommununi, har dagstovnaleiðararnir fingu høvi til at vísa nevndarlimunum umstøðurnar og greiða frá teirra umstøðum.

Nýggju nevndirnar, sum tóku við á nýggjárinum, seta seg í hesum døgum inn í tey málsøki, tey eru sett at røkja vegna Klaksvíkar býráð.

Upplýsandi og áhugavert

– Tað er ógvuliga umráðandi fyri okkum politikarar, at vit kenna tey øki, ið vit sum fólkavald hava fingið ábyrgd av. Tí settu vit okkum fyri longu á fyrsta nevndarfundi, at vit skuldu fara út á tær deildir og teir stovnar, ið vit sum nevnd varða av, at vitja, sigur Eyðstein Ólason Poulsen, sum júst hevur tikið við sum formaður í Trivnaðarnevndini Børn & Ung.

– Størsta einstaka økið er dagstovnaøkið, sum fevnir um sjey dagstovnar, harav summir eru í fleiri deildum, so her er nógv at seta sett inní hjá okkum.

– Tað var bæði áhugavert og upplýsandi fyri okkum, nevndarlimir, at koma út á dagstovnarnar og har hitta leiðarar, starvsfólk og børn í teirra umstøðum og at fáa frágreiðingar frá leiðarunum.

Limirnir í Trivnaðarnevndini Børn & Ung eru Eyðstein Ólason Poulsen, formaður, Jóhanna Christiansen, næstforkvinna, Annika Steintórsdóttir Biskopstø, Jógvan Skorheim og Tummas Lervig.

Harleywoodpaint